súrdeiggjbaking

‘Tað var ikki fyrr enn eg sleppti uppskriftunum, at eg veruliga lærdi at baka við súreiggi! Tí at súrdeiggið er livandi; og tá ið eg slepti uppskriftunum, menti eg ístaðin okkurt slag av súrdeiggj-gefühl, sum er nógv virðismiklari og fjølbroyttari enn nøkur uppskrift. So nú dugi eg at baka næstan øll sløg av breyði uttan uppskrift! Tað kalli eg Intuitiva Súrdeiggjbaking, og tað er hetta eg vil læra teg á hesum skeiðinum!’

Tjóðhild


Lær alt tað tú hevur brúk fyri at vita, fyri at baka gott súrdeiggjbreyð. Lætt og ómakaleyst <3

Online skeið í 3 vikur

Hetta lærir tú á skeiðinum:

Fyrstu vikuna læra vit um súrdeiggj: Hvat tað er. Hvussu man ger. Vit læra at ansa súreigginum. Vit læra at stýra súrdeigginum, so at tað ikki stýrur tær! Vit læra at stýra smakkinum á súrdeigginum - skalt tað vera súrligari? Ella søtari? Og so læra vit sjálvandi eisini um mjøl. Tí mjølið er grundin! Tú fært eisini møguleikan at byrja tí heilt egna súrdeiggj.

Næstu vikuna læra vit um at baka: Vit læra um autolysu og bassinage. Vit tosa nógv um glutennetið, og hvussu vit kunnu menna tað. Og so læra vit eisini hvussu vit kunnu leggja súreiggið at sova - og vit læra sjálvandi eisini at vakja tað aftur, tá ið vit hava tørv á tí.

Síðstu vikuna arbeiða vit við tí eg havi valt at kalla intuitiv súrdeiggjbaking: Vit sleppa uppskrifunum, og menna intuitivu kensluna. Vit tosa sjálvandi eisini um ymiskt sum kann ganga galið, tá ið tú bakar uttan uppskrift - og hvussu tú kanst bjarga tí.

Og so lærir tú sjálvandi eisini at baka eina rúgvu av góðum breyði!


Súrdeiggjskeiðið

  • Fyrilestrarnir verða allir online - tríggir live, og tríggir bandaðir.

  • Um tað ikki ber til at luttaka okkurt av kvøldunum, so er einki problem! Tú fært upptøkur av øllum fyrilestrunum sendandi, og kanst hyggja at teimum júst tá ið tað passar tær! Tú hevur atgongd til upptøkuna í minst 3 mánaðar.

  • Undirvísari: Tjóðhild Patursson

  • Prísur: 1.250 kr


Eyka tilfar og hjálp

Onlinebólkur til spurningar og svar

Tær 3 vikurnar skeiðið er, hava vit ein privatan onlinebólk. Har kunnu tit spyrja spurningar, og eisini deila myndir av øllum tí góða tit baka!

Bóklingur: At baka við súrdeiggi

Tá ið skeiðið er av, fáa tit digitala bóklingin: at baka við súrdeiggi. Bóklingurin kann stuðla upp undir bakingina, tá ið skeiðið er av <3