Visti tú, at tað tú súrgar heima, hevur nógv fleiri ymiskar (góðar) búkbakteriur, enn nakað tú kanst keypa í handlunum?
… Og at búkbakteriurnar eru partur av bæði okkara imunverju, okkara sodning og upptøku av føðslu, OG summi halda enná, at búkbakteriurnar kunnu ávirka okkara sinnalag.
Hetta er alt sovorði, sum tú lærir meira um á mejarískeiðinum!
Afturat øllum hesum teoretiska, fara vit millum annað eisini at læra at gera:
Súrgamjólk
Kefir
Rómastamp
Súrróma
Rómaost
Smör
og ricottaost ✌️
Vit fara eisini at práta um mjólk. Um hvat mjólk er og um kvalitetin á mjólk.
Mejarískeiðið er skeiðið til tín, sum elskar at gera títt egna. Tað er til tín, sum ynskir at gera mat frá grundini av - tí at tú so veist hvat er ið tú tú etur, og eisini tí at tað (oftast) er bíligari.
Tað ljóðar kanska tíðarkrevjandi, at gera sínar egnu mjólkaurdráttir - men tað mesta av tí vit læra á hesum skeiðinum, er sovorðið sum ØLL sum vilja tað, hava tíð til - nógv tekur minni enn 5 minuttir at gera!
Mejarískeiðið verður live og online. Vit hittast í alt tríggjar ferðir, soleiðis at stundir vera til at fordjúpa okkum, royna og spyrja um alt tað, sum kunnu verða ivamál, tá ið tú byrjar. Og hevur tú ikki møguleika fyri at vera við online, so kanst tú hyggja at upptøkuni júst tá ið tað passar tær!
Mejarískeiðið
Tríggir fyrilestrar:
1: Um mjólk, og um at súrga mjólk. Vit læra um ymsar mjólkasúrgingarmentanir - og hvussu tú kanst gera tær eina mjólkasúrgingarmentan, sum kann liva í allar ævir.
2: Um kefir, rómastamp og súrróma.
3: Um Rómaost, smør og ricottaost.
Fyrilestrarnir verða online og live.
Um tað ikki ber til at luttaka okkurt av kvøldunum, so er einki problem! Tú fært upptøkur av øllum fyrilestrunum sendandi, og kanst hyggja at teimum júst tá ið tað passar tær! Tú hevur atgongd til upptøkuna í minst 3 mánar.
Prísur: 850 kr