Cook Along #1: Bønir og Bein - ókeypis verkstova
Bum bum! Nú er januar farin framvið, og tey av okkum sum tømdu pengapungin til jóla, gleðast við dreyminum um ein minni soltnan februar.
Einaferð um árið halda vit eina ókeypis verkstovu - og hvat betur tíðspunkt at halda ókeypis verkstovu enn nú?
Hetta verður startskotið til eina nýggja røð av verkstovum - COOK ALONG fara tær at eita. Tjóðhild & Felisia framanfyri komfýrin í Ástaklokkuni - live og online, og tú framanfyri komfýrin heima í tínum køki.
Hesaferð verður evnið BØNIR & BEIN - og vit fara at vísa tykkum hvussu tað ber til at gera góðan og vælsmakkandi mat fyri ein bíligan penga! Uppskriftin vit gera hesaferð er ikki vegetarisk, men vit tosa um hvussu tú lættliga kanst gera hana vegetariska, um tú ynskir tað <3
Tit fáa ein stuttligan og hugnaligan tíma, íblástur, lærdóm, eina góða uppskrift og nógv góð hugskot!
Nær: 6. februar kl 17.00-18.00 - og so er klárt at eta!
Hvar: Online - tú kanst fylgja við live, ella hyggja eftir upptøkuni einaferð seinni, tá ið tað passar tær. Tú fært upptøkuna sendandi dagin eftir.
Hvør: Tjóðhild Patursson & Felisia Helmsdal
Prísur: Ókeypis! (Næstuferð kostar hendan verkstovan 269 kr, so melda teg til nú! <3 )
P.s. Larmandi børn og annað gerandistrummerum er vælkomið! Hetta er ein verkstova til okkum sum liva í veruliga lívinum! Og vit kunnu altíð trýsta á ‘mute’ ;)
Vanligir spurningar:
Cook Along, merkir tað at eg skal gera mat samstundis sum tit?
Tað merkir, at tú kanst gera mat stundis sum vit, men tú kanst eisni bara hyggja og læra (og munga), og so brúka tað sum inspiratión til at gera matin ein annan dag.
Fái eg uppskriftirnar sendandi?
Ja, tú fært uppskriftirnar sendandi dagin fyri, soleiðis at tú kanst keypa inn og vera klár/ur til at gera matin tá ið vit byrja.